Profile index



Tænastur
Gjaldskipanin/eRokning
Eftirlønarkonti
Hvítvasking
Kort við egnari mynd
PULS
Íløga í virðisbrøv
Innlán/uppsparing
Rentustigin
Tryggingar
Tænastugjøld
Útlán
Útlendskar flytingar
FR/VISA kortið
VISA Elektron


Um telduna...
Netbankin
Vegleiðing til nýggja netbankan


KT-umleggjan

Suðuroyar Sparikassi við positivum úrsliti í 2009

Hóast rembingartíðir eru í heiminum, hevur Suðuroyar Sparikassi megnað at komið ígjøgnum 2009 við einum positivum úrsliti.

Ársúrslitið fyri 2009 er 1.707 t. kr. Suðuroyar Sparikassi hevði eitt úrslit í 2008 á 154 t. kr. Eginpeningurin við ársbyrjan er forrentaður 5,1 % áðrenn skatt, móti 0,4 % árið fyri.

Árið 2009 hevur verið eyðkent av nýggjum fíggjarligum lógarkrøvum, sum seta størri krøv til sparikassans virki. Ein av teimum týdningarmestu broytingunum er skiftið frá avsetingum til niðurskrivingar.

Ein onnur týðandi roknskaparbroyting er skiftið frá beinleiðis inntøkuføring av ómakslønum til útjavnaða inntøkuføring yvir alt tíðarskeiðið.

Henda broyting hevði eina negativa ávirkan á eginpeningin hjá sparikassanum við 4,8 mió. kr. í 2009.

Sparikassin fór upp í kredittpakkan í 2009. Sparikassin fekk av hesum eitt kapitalinnskot sum hybridkapitalur upp á 10,3 mió. kr.

Bankapakkarnir hava ført við sær stórar útreiðslur fyri sparikassan, tí umframt ómaksgjøldini fyri bankapakka I uppá 1,6 mió. kr., hevur sparikassin verið noyddur at gjalda 1,0 mió. fyri ábyrgdina, og harumframt 0,4 mió. kr. fyri kredittpakkan.

Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar hækkaðu við 5.914 t. kr. úr 21.666 t. kr. til 27.580 t. kr. í 2009. Hetta er ein øking uppá 27 %.

Sparikassin staðfesti í 2009 ein kursvinning á 551 t. kr., í mun til eitt kursvinning á 489 t. kr. í 2008.

Í 2009 eru tap og niðurskrivingar á 4.344 t. kr. í mun til 3.130 t. kr í 2008. Sparikassin avskrivaði 837 t. kr. uppá fastar ognir, maskinur og innbúgv í 2009 í mun til 772 t. kr. í 2008.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 914 t. kr. úr 18.467 t. kr. í 2008 til
19.381 t. kr. í 2009. Hetta er ein øking á 5 %.

Samlaði skatturin fyri 2009 er 375 t. kr.

Sparikassin hevur havt ein góðan grundrakstur í 2009.

Sum ein avleiðing av fíggjarkreppuni, valdi Suðuroyar Sparikassin í seinnu hálvu av 2008 at tálma vøksturin á útlánum, soleiðis at sparikassin stendur væl, hóast árinini frá órógvini á altjóða fíggjarmarknaðunum.

Útlánini eru økt við 5 % frá 434 mió kr. í 2008 til 456 mió. kr. í 2009.

Suðuroyar Sparikassi hevur sett sær sum mál at hava útlánsprosentið undir 100. Í 2009 er útlánsprosentið 84,6.

Innlánini eru økt við 1 % - frá 542 mió. kr. til 550 mió. Kr, og javnin er øktur til 614 mió. kr. frá 602 mió. kr. Hetta svarar til ein vøkstur á 2 %.

Eginkapitalurin ultimo 2009 er 42,2 mió. kr.
Solvensurin ultimo 2009 var 14,5 % í mun til lógarkravið á 8,0 %.

Umroknað til ársverk starvaðust 17 fólk í Suðuroyar Sparikassa í 2009.

Sparikassin 2010
Úrslitið fyri 2009 gav eitt positivt úrslit, og Suðuroyar Sparikassi væntar eisini eitt positivt úrslit fyri 2010, hóast 2010 verður sermerkt av útreiðslum í samband við flytingina til SDC og til Bankapakkarnir.


Hesi tøl eru ikki endaliga grannskoðað.

<font color=black><b>Suðuroyar Sparikassi við positivum úrsliti í 2009</b></font>


[ Aftur | Prenta | Send einum vini ]

Tíðindaskriv








Um sparikassan
Starvsfólk
Deild í Vági
Deild í Tórshavn
Søga
Viðtøkur
Roknskapartøl
Útlánsfrágreiðing 31. mars 2010/Udlånsredegørelse 31. marts 2010
Viðskiftatreytir
Partabrøv til sølu
Ognir til sølu
Størv at søkja
Dansk


Suðuroyar Sparikassi P/F • Boks 30 • 900 Vágur • Tlf. 35 98 70 • Fax 35 98 71 • E-mail: sparsu@sparsu.fo