Profile index



Tænastur
Gjaldskipanin/eRokning
Eftirlønarkonti
Hvítvasking
Kort við egnari mynd
PULS
Íløga í virðisbrøv
Innlán/uppsparing
Rentustigin
Tryggingar
Tænastugjøld
Útlán
Útlendskar flytingar
FR/VISA kortið
VISA Elektron


Um telduna...
Netbankin
Vegleiðing til nýggja netbankan


KT-umleggjan

TÍÐINDASKRIV: Peningastovnarnir heinta upplýsingar um bústað
Seinastu dagarnar hava Føroya Banki og Eik Banki sent ávísum kundum brøv, har teir biðja um dagførdar upplýsingar um bústaðin. Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava fingið til vega hesar upplýsingar við kundasamrøðum og hava tí ikki sent kundum brøv.

Kundar hjá peningastovnunum hava spurt, hví hetta verður gjørt. Orsøkin er, at nýggj kunngerð um kapitaldekning er komin í gildi í Føroyum. Broyttu reglurnar hava við sær, at verandi mannagongd í sambandi við at virðisáseta sethús í Føroyum ikki er nøktandi.

Í framtíðini verða sethús virðismett eftir einum hagfrøðiligum myndli, ið nýtir upplýsingar frá peningastovnunum um eitt nú søluprís, byggiár, matrikulnummar og búvídd sum grundarlag. Funnið verður við hesum upplýsingum fram til marknaðarvirðið á teimum einstøku bústøðunum í ymsu økjunum.

Fíggjareftirlitið og Fíggjarmálaráðið hava fyribils góðkent hesa mannagongd.

Nú nýggi útrokningarhátturin verður mentur, dagføra peningatovnarnir bústaðarupplýsingar hjá teimum kundum, har skrásetingar um bústaðin ikki eru nøktandi. Vónandi kann hetta verða gjørt í besta samstarvi millum peningastovnarnar og kundarnar.

Fakta
Lovtidende A. 2008, Udgivet den 29. maj 2008, nr. 400, Bekendtgørelse for Færøerne om Kapitaldækning, Bilag 3, Afsnit: Eksponeringer sikret ved pant i fast ejendom og Lovtidende A. 2009, Udgivet den 14. november 2009, Bekendtgørelse om ændring af bekendtgørelse for Færøerne om kapitaldækning.

Felagið Føroyskir Peningastovnar


[ Aftur | Prenta | Send einum vini ]

Tíðindaskriv








Um sparikassan
Starvsfólk
Deild í Vági
Deild í Tórshavn
Søga
Viðtøkur
Roknskapartøl
Útlánsfrágreiðing 31. mars 2010/Udlånsredegørelse 31. marts 2010
Viðskiftatreytir
Partabrøv til sølu
Ognir til sølu
Størv at søkja
Dansk


Suðuroyar Sparikassi P/F • Boks 30 • 900 Vágur • Tlf. 35 98 70 • Fax 35 98 71 • E-mail: sparsu@sparsu.fo