



 |

 |
|
|
 |
 |

Kjarnutrygging - nýtt produkt á føroyska marknaðinum.
Suðuroyar Sparikassi er aftur í ár komin á marknaðin við einum nýggjum produkti. Talan er um eitt tryggingarprodukt, sum vit hava valt at kalla Kjarnutrygging.
Tá ein av okkum doyr, hevur hetta stóra ávirkan á tey, ið eftir sita. Familjan hevur mist ein av sínum kæru, og ein heilt nýggjur gerandisdagur skal fáast at virka.
Hjá flestum okkara fyllir gerandisdagurin so nógv, at vit hvørki hava hug ella stundir til at hugsa um avleiðingarnar, skuldi okkara hjúnafelagi, maki ella kanska virkisfelagi fallið frá. Hendir tað óhugsandi, situr ein ikki bert eftir í sorg, men eisini við heilt øðrvísi fíggjarligum fortreytum. Tí eiga vit øll at taka henda spurning upp við jøvnum millumbilum fyri at tryggja okkum, at vit ikki koma í fíggjarligt óføri, um ein av okkara nærmastu fellur frá.
Hvørt ár doyggja millum 15 og 20 persónar í aldrinum 20-50 ár í Føroyum. Hetta svarar til 1 út av 1000 føroyingum.
Hvussu støðan er, eftir at vit hava mist ein av okkara kæru, veldst um fleiri viðurskifti •Hava vit stóra skuld? •Hava vit felagsbørn ella kanska børn frá fyrrverandi hjúnalagi? •Kunnu vit sita í óskiftum búgvi? •Er ogn okkara felagsogn ella serogn?
Teknar tú eina Kjarnutrygging, hava tú, maki ella virkisfelagi tín tryggjað hvønn annan fíggjarliga, um so er, at annar tykkara fellur frá.
Kjarnutrygging •Fevnir um alla bankaskuld upp til 1 mió. kr. •Verður útgoldin skattafrítt uttan um búgvið. Hetta tryggjar mest møguligt til tann, ið eftir situr. •Kann teknast av øllum, giftum sum ógiftum - við ella uttan ”serbørnum”. •Kann teknast av teimum, ið eiga eina fyritøku saman. •Góðkend heilsuváttan krevst. •Teknast innan 50 ára aldur.
Kjarnutrygging er tí eitt skilagott val, antin tú ert gift/ur, ógift/ur ella ynskir at tryggja persónar, ið tú ikki ert í nærmastu familju við, t.d. tann, ið tú eigur eina fyritøku saman við.
Kundar, ið hava eina Restskuldatrygging kunnu broyta núverandi trygging til eina Kjarnutrygging.
Niðanfyri sæst ein samanbering av Kjarnutrygging og Restskuldatrygging.
Dømi: Hjún, húsavirði 1,5, mió.kr., skuld 1,1 mió.kr., Vegna serbørn má búgvið skiftast.
Kjarnutrygging 1 mió.kr. Búparturin hjá eftirsitandi kr. 200.000 Búparturin hjá tí deyða kr. 200.000 Eftirsitandi arvar kr. 66.666 Børnini arva kr. 133.333 Við Kjarnutrygging er ognin hjá eftirsitandi eftir skiftið kr. 1.266.666
Restskuldatrygging 1 mió.kr. Búparturin hjá eftirsitandi kr. 700.000 Búparturin hjá tí deyða kr. 700.000 Eftirsitandi arvar kr. 233.333 Børnini arva kr. 466.666 Við Restskuldatrygging er ognin hjá eftirsitandi eftir skiftið kr. 933.000
Suðuroyar Sparikassi er ikki í iva um, at Kjarnutrygging er loysnin at tryggja teg fíggjarliga, um ein av tínum nærmastu doyr.
Set teg í samband við Suðuroyar Sparikassa fyri at fáa meira at vita um Kjarnutrygging.

|
 |
 |
 |
 |
 |

Tíðindaskriv |


 |