Profile index



Tænastur
Gjaldskipanin/eRokning
Eftirlønarkonti
Hvítvasking
Kort við egnari mynd
PULS
Íløga í virðisbrøv
Innlán/uppsparing
Rentustigin
Tryggingar
Tænastugjøld
Útlán
Útlendskar flytingar
FR/VISA kortið
VISA Elektron


Um telduna...
Netbankin
Vegleiðing til nýggja netbankan


KT-umleggjan

Banka- og sparikassabøkurnar fara nú í søguna
Føroysku peningastovnarnir hava í felag tikið avgerð um at avtaka banka- og sparikassabøkurnar. Henda broyting fær gildi tann 1. mars í ár.

Seinastu árini hava allir kundar fingið nýggjar møguleikar í staðin fyri banka- ella sparikassabókina, sum vit kenna hana. Av tí sama hevur talið av kundum við banka- og ella sparikassabók verið alsamt minkandi, og hava peningastovnarnir tí avgjørt, at fara heilt burtur frá hesi tænastu, ið ikki longur er tíðarhóskandi.

Í staðin fyri banka- og sparikassabøkurnar fáa kundar tilboð um kontu við ella uttan kontuavrit. Kundar, sum ikki longu hava eitt kort til brúkskontu sína, fáa somuleiðis tilboð um gjaldskort, ið er ein meira tíðarhóskandi tænasta.

Peningastovnarnir hava fleiri ymisk gjaldskort at velja ímillum, og tí ber til at fáa kort, sum hóska til tørvin hjá tí einstaka. Tað eru í dag betri møguleikar at fylgja við gongdini á kontuni, enn við eini banka- ella sparikassabók, eitt nú við netbankanum.

Allir kundar, ið hava eina banka- og sparikassabók fáa í hesum døgum bræv frá peningastovni sínum um hesa broyting.

Felagið Peningastovnar


[ Aftur | Prenta | Send einum vini ]

Tíðindaskriv








Um sparikassan
Starvsfólk
Deild í Vági
Deild í Tórshavn
Søga
Viðtøkur
Roknskapartøl
Útlánsfrágreiðing 31. mars 2010/Udlånsredegørelse 31. marts 2010
Viðskiftatreytir
Partabrøv til sølu
Ognir til sølu
Størv at søkja
Dansk


Suðuroyar Sparikassi P/F • Boks 30 • 900 Vágur • Tlf. 35 98 70 • Fax 35 98 71 • E-mail: sparsu@sparsu.fo