Profile index



Tænastur
Gjaldskipanin/eRokning
Eftirlønarkonti
Hvítvasking
Kort við egnari mynd
PULS
Íløga í virðisbrøv
Innlán/uppsparing
Rentustigin
Tryggingar
Tænastugjøld
Útlán
Útlendskar flytingar
FR/VISA kortið
VISA Elektron


Um telduna...
Netbankin
Vegleiðing til nýggja netbankan


KT-umleggjan

Hvítvasking
INNSAVNAN AV UPPLÝSINGUM - Í SAMBANDI VIÐ FYRBYRGJAN AV HVÍTVASKI* AV PENINGI OG YVIRGANGSVIRKSEMI.

Í sambandi við at nýggj lóg um hvítvasking og fyribyrging av yvirgangsvirksemi varð sett í gildi í Føroyum 1.juli 2008, verða peningastovnarnir noyddir at herða upplýsingaskyldurnar hjá sínum kundum. Hetta í sambandi við stovnan av kontum og flytan av størri peningaupphæddum.

Høvuðsendamálið við lógini er at fyribyrgja, at Føroyar verða roknaðar sum eitt land uttan eftirlit og uttan fyribyrgjandi tiltøk í samband við hvítvasking av peningavinningi og fígging av yvirgangi.

Hesar lógir og reglur eru eisini í gildi í grannalondum okkara, og í øllum framkomnum londum í heiminum.

Frameftir verður tú, sum kundi í Suðuroyar Sparikassa, biðin um at vísa samleikaprógv og útfylla eitt spurnarblað, tá ið tú stovnar privata ella vinnuliga kontu.

Sum verandi kundi verður tú biðin um at útfylla og innflýggja spurnarskema, saman við avriti av passi, koyrikorti ella ptalskorti í seinasta lagið 1. mars 2009.

Um tú ert vinnukundi, so skal tú umframt at innflýggja omanfyristandandi upplýsingar, eisini innflýggja okkum tekningarlista og viðtøkur hjá felagnum, seinasta ársroknskap og avrit av gerðabók frá aðalfundi og frá síðsta nevndarfundi.

Viðvíkjandi peningaflytingum hægri enn kr. 100.000,- , verður frameftir endamálið við peningaflytingini at upplýsa okkum.

Til ber at senda okkum upplýsingarnar við posti, telduposti, faxi ella við at avlevera skjølini beinleiðis til ein av deildum okkara.

Til ber at lesa meira um nýggju reglurnar her á heimasíðu okkara, sí Viðskiftatreytir.

*‘Hvítvask av peningi’, verður nýtt um peningainngjøld og flytingar, sum hava til endamáls at broyta, ella fjala útyvir upphavið til peningin.


 » Hvítvaksing - Einstaklingar, danskt (PDF)

 » Hvítvasking - Einstaklingar, enskt (PDF)

 » Hvítvasking - Einstaklingar, føroyskt (PDF)

 » Hvítvasking - Fyritøkur og stovnar, danskt (PDF)

 » Hvítvasking - Fyritøkur og stovnar, enskt (PDF)

 » Hvítvasking - Fyritøkur og stovnar, føroyskt (PDF)



[ Aftur | Prenta | Send einum vini ]

Tíðindaskriv








Um sparikassan
Starvsfólk
Deild í Vági
Deild í Tórshavn
Søga
Viðtøkur
Roknskapartøl
Útlánsfrágreiðing 31. mars 2010/Udlånsredegørelse 31. marts 2010
Viðskiftatreytir
Partabrøv til sølu
Ognir til sølu
Størv at søkja
Dansk


Suðuroyar Sparikassi P/F • Boks 30 • 900 Vágur • Tlf. 35 98 70 • Fax 35 98 71 • E-mail: sparsu@sparsu.fo