Profile index



Tænastur
Gjaldskipanin/eRokning
Eftirlønarkonti
Hvítvasking
Kort við egnari mynd
PULS
Íløga í virðisbrøv
Innlán/uppsparing
Rentustigin
Tryggingar
Tænastugjøld
Útlán
Útlendskar flytingar
FR/VISA kortið
VISA Elektron


Um telduna...
Netbankin
Vegleiðing til nýggja netbankan


KT-umleggjan

Eftirlønarkonti

<font color=black>Eftirlønarkonti </font>

Endamálið við Eftirlønarkonti er at tú kanst fáa eitt betri peningaligt rásarúm - um ein kann siga til 3. part av lívinum. Eftirlønarkonti fevnir bæði um Kapital- og Lutapensjón. Tú velur sjálv/ur um tú stovnar eina Kapital- og/ella eina Lutapensjón.

Eftirlønarkonti kann stovnast av tær, ið ikki er vorðin 60 ár og full skattaskyldug/ur í Føroyum. Tó kann inngjald gerast á hesar konti eftir 60 ára aldur.

Fyrimunir við Eftirlønarkonti
Ein av teimum størstu fyrimununum við at stovna Eftirlønarkonti, er at tann persónliga samansparda upphæddin kann dragast frá skattskyldugu inntøkuni. Tað vil siga, um tú setur kr. 1.000 inn um mánaðin, so er títt veruliga inngjaldi umleið kr. 500 um mánaðin vegna frádráttin.

Tó skal ein gjalda skatt, tá upphæddin verður útgoldin, í løtuni er skatturin 35% fyri Kapitalpensjón, meðan Lutapensjón verður skatta sum vanlig A-inntøka.

Inngjald sum arbeiðsgevarin ger á hesa kontur, skal ikki roknast sum partur av skattskyldugu inntøkuni, tí arbeiðsgevarin dregur inngjaldið frá í skattskyldugu inntøkuni, samstundis sum lønin verður flutt. Tað vil siga, at tú í hesum føri ikki hevur rætt til frádrátt.

Hevur tú lutvísa inntøku uttanlands, eigur tú at venda teg til Toll- og Skattstovur Føroya fyri at fáa vegleiðing um frádráttarmøguleikar.

Suðuroyar Sparikassi bjóðar eina høga rentu til kundar ið hava Eftirlønarkonti, sí okkara Rentustiga.
Eingin rentuskattur skal gjaldast av samansparingini, hetta gert tú við vanligar innlánskontir.

Møguleiki er at gera íløgur í virðis- og lánsbrøv umvegis Kapital- og Lutapensjón.

Um so er, at eigarin av kontuni doyr áðrenn øll samansparingin er útgoldin, fellur útgjaldið, restina av tíðarskeiðinum, til arvingarnar.


Saman við okkum finnur tú út av hvørja av hesum tú skalt stovna – kanska báðar!


Kapitalpensjón
Tann samansparda upphæddin verður útgoldin í einum við eftirlønaraldur – høvuðsreglan er í fyrsta lagi við 60 ára aldur og í seinasta lagi við 70 ára aldur. Við útgjlad verður upphæddin skatta við 35%. Kapitalpensjón ávirkar ikki aðrar almennar pensjónir.

Inngjaldið á Kapitalpensjón er í 2010 kr. 25.000.

Lutapensjón
Her verður tann samansparda upphæddin útgoldin í eins stórum ratum/lutum hvønn mánað í eitt ávíst áramál. Ein velur sjálvur hvussu nógv áramál útgjaldstíðin skal setast til – tó skal áramálið vera millum 10-25 ár, og útgjald kann í fyrsta lagi byrja 5 ár eftir kontan er stovna. Útgjaldið verður skatt sum vanlig A-inntøka.

Inngjaldið á Lutapensjón er í 2010 kr. 100.000.

Tá ið lutapensjón verður útgoldin sum vanlig A-inntøka, kann útgjaldið ávirka møguligar almannaveitingar, sum t.d. fólka- og fyritíðarpensjónir.


Vitja okkum ella ring 359870 og dagfør tína Eftirlønarkonti. Um tú ikki hevur eina – stovna so eina hjá okkum.


[ Aftur | Prenta | Send einum vini ]

Tíðindaskriv








Um sparikassan
Starvsfólk
Deild í Vági
Deild í Tórshavn
Søga
Viðtøkur
Roknskapartøl
Útlánsfrágreiðing 31. mars 2010/Udlånsredegørelse 31. marts 2010
Viðskiftatreytir
Partabrøv til sølu
Ognir til sølu
Størv at søkja
Dansk


Suðuroyar Sparikassi P/F • Boks 30 • 900 Vágur • Tlf. 35 98 70 • Fax 35 98 71 • E-mail: sparsu@sparsu.fo