



 |

 |
|
|
 |
 |

Kort við egnari mynd
Suðuroyar Sparikassi bjóðar tær at koyra egnu mynd á títt gjaldskort og harvið gera kortið enn meira persónligt. Tú kanst velja eina mynd úr myndasavninum hjá skipanini ella brúka eina úr tínum egna savni - av makanum, børnunum, bilinum, yndisstaðnum, ja ella tær sjálvum – møguleikin er tín!
At mynda sítt kort krevst, at tú hevur eitt FR-kort, FR/Visa ella Visa Elektron. Tað er umráðandi, at tú velur hvat fyri kort talan er um. Pinkotan verður óbroytt á tínum nýggja persónliga korti, t.v.s verður eins við ta pinkotu, tú hevur í dag.
Tá tú hevu móttikið kortið við egnari mynd, verður tú biðin um at lata ta gamla kortið inn til sparikassan, soleiðis at hetta kann gerast óvirkið.
Hevur tú ikki eitt av hesum kortum, kanst tú bíleggja tær eitt í peningastovninum.
At mynda sítt núverandi kort við egnari mynd kostar kr. 100, umframt tann árliga kostnaðin.
Av tí at onkrar avmarkingar eru, verður tú biðin um at lesa reglugerðina, áðrenn tú byrjar bíleggingina av egnum sniði. Hetta fyri at verða vís/ur í, at myndin verður góðkend.
Mynda títt kort her
» Reglugerð (PDF)

|
 |
 |
 |
 |
 |

Tíðindaskriv |


 |