PULS

Ungdómskonta hjá Suðuroyar Sparikassa
Puls-konta er ein tænasta til tey ungu millum 13-17 ár.
Puls-konta er til SU, uppsparing, løn, lummapengar - ja, ella tað tú hevur hug til. Tú kanst brúka hesa kontu til tað tú vilt.
Um tú stovnar tær eina Puls-kontu, so fært tú møguleika til at hava eina nýtslu-kontu og/ella eina uppsparings-kontu.
•Við at stovna eina Puls-nýtslu kontu, so kanst tú ogna tær eitt altjóða gjaldskort, Visa Elektron, sum tú kanst brúka í Føroyum, útheiminum og á alnótini. Tó krevst ein online-terminalur. Hygg eftir Visa Elektron búmerkinum har tú handlar. Visa Elektron kortið gevur tær rætt til Puls-tiltøk, sum tú vil móttaka umvegis fartelefonina gjøgnum árið.
Um tú ynskir at ogna tær Visa Elektron kort, men ert undir 15 ár, er neyðugt at hava váttan frá einum av foreldrunum.
•Puls-uppsparing er ein konta við 12 mánaða uppsøgn og er ein góð byrjan til at spara sær saman til eitt nú víðari útbúgving. Rentuna sært tú á okkara rentustiga. Tú kanst fáa Puls-kontu knýtt tínari NetGreiðslu og Audio response. Hesar tænastur eru ókeypis.
|