Íløga í virðisbrøv
Gjøgnum Sparikassan hevur tú møguleika at gera íløgur í virðisbrøv - føroysk/útlendsk partabrøv, íløgufeløg og/ella lánsbrøv.
Áðrenn tú gert eina íløgu í virðisbrøv, er tað altavgerandi, at tú gert tær greitt: - hvat tíðarskeið íløgan skal vera yvir, - hvønn váða tú kanst liva við, - um tú vilt gera íløgur í partabrøv ella lánsbrøv, - um íløguprógv eru betri fyri teg.
Vit leggja dent á, at vit í felag finna tín egna íløguprofil. Á henda hátt passa íløgur tínar betri til títt íløgutíðarskeið og váðaprofil.
Ynskir tú at vita meiri um íløgur, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og vit finna ta íløgu ið hóskar til tín.