Útlán
Hús, bát, bil – ella tørvar tær bara arbeiðskapital júst nú?
Lat okkum tosa um, hvussu tú fært sum mest – so bíliga sum gjørligt. Tað nýtist ikki at kosta alla verðina at læna pening.
Alt eftir, hvat lánstrygdin er, eru rentusatsirnir eisini ymiskir. Hvat hóskar best hjá tær, at sita fyri um mánaðin og yvir hvussu langt tíðarskeið skal lánið ganga?
Allar hesar spurningarnar kunnu vit seta og svara í felag – í einari handavending.
Vit eru landsins minsti peningastovnur og bíðirøðin er ikki so long sum aðrastaðni.
Hygg eisini undir ‘Rentustigin’ fyri at síggja hvat útlánsrentan er júst nú.