Telefontænastan - nýggj vegleiðing
Við Telefontænastuni hevur tú beinleiðis atgongd til tínar kontur í Suðuroyar Sparikassa. Telefontænastan er opin 24 tímar um samdøgrið, 7 dagar um vikuna – alt árið.
Her ber til at fáa upplýst saldu og bókingar, bíleggja kontuavrit, gera flytingar og sperra atgongd til kontu. Tú hoyrir t.d. beinanvegin, um løn er komin inn á kontuna, og hvat er farið av í skatti. Telefontænastan kann nýtast til allar kontur í Suðuroyar Sparikassa – bæði innláns- og útlánskontur.
Skipanin er einføld at brúka, og Suðuroyar Sparikassi tekur einki gjald fyri tænastuna.
Soleiðis nýtir tú Telefontænastuna
Ring 20 90 90 Trýst 9870 og kontunummar – síðan # Trýst loynital – síðan #
Tú kanst velja millum 1 # Upplýsing um kontu 3 # Bíleggja kontuavrit 4 # Flyting av kontu 8 # Broytan av loynitali og sperran av atgongd
Síðani kann veljast millum 1 # Fyrispurning um saldu. Trýst síðan 9870000 og kontunummar # 2 # Seinastu bókingar. Trýst síðan 9870000 og kontunummar #